Far til innihald

Keypskurv

Tín keypskurv er tóm

Salmon Spinach Pie

Laksaterta

 

TÍÐ AT TILREIÐA 1 TÍMA 45 MIN
TIL 4 FÓLK
KOSTUR
GLUTENFRÍTT (VALFRÍTT)


TILFAR

TERTUBOTNUR
  • 200g hveitimjøl (ella glutenfrítt mjøl)
  • 100g smør
  • ½ tsk salt
  • 1 ½ spsk vatn
FYLLA
  • 250g frísk spinatbløð
  • 20g smør
  • 1 hvítleyksfet
  • 250g Bakkafrost laksastykkir
  • 4 egg
  • 250g rómi
  • 100g rivin ostur
  • 1 tsk salt

VEGLEIÐING

TERTUBOTNURIN (5 min fyrireiking, 1 tíma at hvíla)
STIG 1

Oys mjølið í ein stóran bolla, legg salt og smør afturat. Blanda saman til tað líkist rivnum osti.

STIG 2

Lat vatn í blandingina og elt, til deiggið er javnt.

STIG 3

Set í køliskáp at hvíla í 1 tíma.

FYLLAN
STIG 1

Smelta smørið í eini grýtu og koyr spinatbløðini í. Hita til spinatbløðini visna, meðan tú rørir í av og á. Kroyst hvítleykin niður í grýtina og blanda uppí.

STIG 2

Sker laksin í smá pettir.

STIG 3

Blanda eggini, róman, saltið og rivnaða ostin.

STIG 4 (Táið deiggið er klárt)

Hita ovnin á 200° C. Rulla deiggið til tað passar í tertuformin.

STIG 5

Prika kantin við einum gafli og baka í 12 minuttir. Tá deiggið er bakað skal spinatblandingin smyrjast á botnin á deigginum og laksapettini leggjast omaná við jøvnum milumrúmi. Til seinast koyrir tú eggjablandingina oman á laksin.

STIG 6

Baka tertina á 200° í 30 minuttir.

Afturvið: Frískt, søtt salat (í hóskandi mongd): rukola, reyðar víndrúvur, hunangsmelón, cherry tomatir, avokado, feta ost, einjukjarnur lættliga steiktar á pannu.

Skriva ein viðmerking

This site is protected by hCaptcha and the hCaptcha Privacy Policy and Terms of Service apply.

Allar viðmerkingar skulu góðkennast áðrenn tær koma út.

Salmon Spinach Pie

Shop the Recipe

Products Quantity Price Total
View cart
0 items

0 items

Product subtotal: 0,00 kr

MVG og frakt verða útroknað við kassan

Tínar seinast vístu Bakkafrost-vørur