Refund policy
Kann eg lata vøruna innaftur?
Tú kanst lata vøruna innaftur innan 48 tímar. Um 48 tímar eru gingnir, síðan tú keypti vøruna, so kunnu vit ikki bjóða tær pening aftur ella aðra vøru í umbýti.
Fyri at kunna lata vøruna innaftur, má vøran vera óuppbrotin og í sama standi, sum tá tú fekst hana. Vøran má eisini vera í uppruna innpakningi, har hetta er galdandi.
Vørur, ið tú ikki kanst lata innaftur:
- Gávukort
Fyri at lata vøruna innaftur krevja vit eina kvittan ella prógv uppá keyp.
Seint ella manglandi endurgjald
Um tú ikki hevur fingið endurgjald fyri innlatna vøru, biðja vit teg vinaliga um at kanna tína bankakontu enn einaferð. Síðan skalt tú seta teg í samband við tín peningastovn, av tí, at tað kann taka nakað av tíð, áðrenn peningurin kemur aftur á tína kontu. Tað kann taka upp til 10 dagar at fáa pening á kontu.
Um tú onki hevur hoyrt frá okkum innan 15 dagar, so vinaliga set teg í samband við okkum á:
P/F Bakkafrost Sales, Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, Føroyar, Tel + 298 40 50 00, bakkafrost@bakkafrost.com.
Umbýti
Vit býta skadda vøru. Um tú hevur tørv á at býta um somu vøru, so send okkum eitt teldubræv á bakkafrost@bakkafrost.com og send vøruna til: P/F Bakkafrost Sales, Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, Føroyar, Tel + 298 40 50 00, bakkafrost@bakkafrost.com
Klagur
Nakrar vørur kunnu ikki latast inn aftur av góðsku- og trygdarávum, sum t.d. feskur laksur. Tú kanst senda eina klagu inn, og so verður ein meting gjørd, um vøran kann umbýtast ella ikki.
Gávur
Um vøran varð send tær sum gáva, so fært tú eitt gávukort áljóðandi virðið á innlatnu vøruni, so skjótt vit hava móttikið givnu vøruna.
Vøruflutningur
Ynskir tú at lata tína vøru innaftur, skalt tú senda hana til:
P/F Bakkafrost Sales, Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, Føroyar, Tel + 298 40 50 00, bakkafrost@bakkafrost.com
Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata vøruna innaftur. Postgjald verður ikki endurgoldið. Um tú fært eina vøru endurgoldna, verður postgjaldið frádrigið.
Avgreiðslutíð til umbýti kann broytast alt eftir hvar tú býrt.