Shipping policy
Vit ynskja, at tað skal vera gjørligt fáa hágóðsku laks frá Bakkafrost beint til tína hurð. Niðanfyri kanst tú lesa meira um okkara flutningstreytir.
Vit senda til allar Føroyar, tó undantikið Suðuroy.
Tá keypt verður í vikuskiftinum, heilidøgum, frídøgum o.ø. kann útberingin verða ymisk.
Flutningur kostar 80 kr., men tað er ókeypis at fáa leverað, um keypt verður fyri meira enn 1.000 kr.
Tá tú hevur bílagt, er møguligt at fylgja pakkanum. Tú fært sendandi eina váttan á telduposti, við einum tracking-kotu. Hetta kanst tú brúka til at fylgja við hvar pakkin er.
Posta endurnýtur eskjuna, sum kemur við vøru. Tískil er umráðandi at fortelja okkum, hvar vit kunnu stilla pakkan, og heinta hann aftur.
Dømi: "Hurðin er opin, stilla hann í gongina" ella "stilla pakkan við úthurðina" o.s.fr.
Um nakað er galið við vøruni, verður tú vinarliga biðin um at taka eina mynd og senda til okkum. Síðani taka vit málið upp, og avgreiða tað skjótast gjørligt.
Ynskir tú at bíleggja vøruna á heimasíðuni, men avheinta hana sjálv(ur), verður hetta valgt undir bílegging. Pakkin kann heintast eftir avtalu. Hava tygum spurningar ella ivamál, ber til at seta seg í samband við okkum á:
Bakkavegur 8
FO-625 Glyvrar
Føroyar
Tlf: +298 40 5000
Teldupostur: bakkafrost@bakkafrost.com
Vit eru her fyri at tryggja tín nøgdsemi og seta virði á møguleikan at tæna teg við okkara bestu vørum.